Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι 6. desember 2010
Ov fá høgt útbúgvin gongur út yvir vøksturin, sigur DI
Danmark fer at mangla út við 30.000 høgt útbúgvin í 2030. Hetta vísir nýggj forsøgn av útboði og eftirspurningi av øllum kandidatum frá universitetum, sum DI almannakunnger í dag.

 

Serliga ringur sær mangulin av høgt útbúnum við eini tekniskari, náttúruvísindaligari ella búskaparligari bakgrund út til at verða. Bara undirskotið av tekniskum kandidatum fer sambært forsøgnini at veksa til 12.000 kandidatar.
 
Vit útbúgva stutt sagt ikki nóg nógv. Okkum fer serliga at mangla høgt útbúgvin frá teimum útbúgvingum, sum geva mest av sær samfelagsbúskaparliga – til dømis verkfrøðingar og búskaparfrøðingar. Tað gevur serliga orsøk til stúran, at tað eru teir kandidatar, sum skulu skapa vørumenningina og vøksturin í privata vinnulívinum, sum okkum fer at mangla, sigur granskingarpolitiski leiðarin í DI, Charlotte Rønhof.
 
Við verandi umsóknum til víðarigangandi útbúgvingarnar fer tørvurin á høgt útbúnum stigvíst at hækka til 30.000 í 2030. Hetta svarar til heili 9 procent av allari tí høgt útbúnu arbeiðsstyrkini tá. Afturfyri er ein vandi fyri yvirframleiðslu av øðrum sløgum av kandidatum, til dømis frá summum humanistiskum og listarligum útbúgvingum.
 
Avleiðingin av undirskotinum fer at merkjast, um tiltøk ikki vera sett í verk. Ítøkiliga fer vøksturin í Danmark framyvir at verða skerdur óneyðuga, tí fyritøkur antin mugu uppgeva at fáa sett størv, ella mugu avgera at flyta virksemi í onnur lond, har tað er lættari at fáa arbeiðsmegi, sigur Charlotte Rønhof.
 
Tørvurin á serliga tekniskum og náttúruvísindaligum kandidatum rakar sambært DI eisini sjálva føðiketuna í útbúgvingarskipanini. Tað fara hereftir eisini at verða færri til at undirvísa miðskúlanæmingum í til dømis støddfrøði og alisfrøði á nóg høgum støði.
 
Kelda: www.di.dk
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi