Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι 24. januar 2011
Eru tað vinnuspírarnir, sum svíða nú?
Munandi færri nýstovnaði partafeløg eru skrásett seinastu árini, samstundis sum fleiri feløg snara lykilin um. Tað vísa tøl hjá Skráseting Føroya.

 

Tølini vísa eina greiða afturgongd í talinum av nýskrásettum parta- og smápartafeløgum. Færri feløg eru sett á stovn seinnu tvey árini, og fleiri feløg hava snarað lykilin um.
Vinnuspírar eru grundarlagið fyri framtíðar vinnulívi, og fyri at tryggja búskaparvøkstur er tað sera týdningarmikið, at tað alla tíðina koma nýggjar fyritøkur til, sum seta gongd á nýggjar framleiðslur av vørum og tænastum. Somuleiðis sum at hesar eru førar fyri at skapa nýggjan vøkstur og framhaldandi menning.
Tølini frá Skráseting Føroya geva ábendingar um, at vinnuspírar í Føroyum halda seg aftur, nú búskaparstøðan ikki er tann besta. Tøl fyri stovnan av feløgum vísa eina greiða niðurgongd seinastu árini. Meðan tað í 2007 vóru stovnað 478 nýggj feløg, so er hetta talið lækkað støðugt síðani. Í 2008 vóru 254 nýggj feløg sett á stovn, meðan talið í 2009 og 2010 lækkaði til ávikavist 152 og 111.
Eisini vísa tøl frá Skráseting Føroya, at tað seinnu árini hava verið støðugt fleiri fyritøkur, ið hava snarað lykilin um. Í 2008 vóru 25 feløg skrásett sum verandi farin á húsagang, meðan tað í 2009 og 2010 vóru ávikavist 102 og 98.
“Tað er neyðugt, at tilgongdin av nýggjum fyritøkum er støðug fyri framhaldandi at hava búskaparvøkstur. Tað er orsøk til ørkymlan, at tað ikki eru fleiri nýggjar fyritøkur, sum verða stovnaðar”, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
At so fáar nýggjar fyritøkur síggja dagsins ljós, og at tað alsamt eru fleiri, sum mugu snara lykilin um er helst eitt úttrykk fyri, at feløgini ikki hava megnað at innrættað seg í mun til umstøðurnar og tíðirnar vit eru í nú.
Nýggjar fyritøkur eru ofta meiri útsettar í ringum tíðum, orsaka av, at hesar helst ikki hava fingið eitt nóg stórt kundagrundarlag, umframt møguleikan fyri at “polstrað” seg soleiðis, at tær hava nakað at standa ímóti við í krepputíðum. Størri fyritøkur hava alt annað líka lættari at fáa góðar avtalar við bæði kundar og veitarar. Tað er tí sannlíkt, at tað eru vinnuspírarnir, sum svíða, nú fíggjarvánirnar eru í verra lagi.
Kelda: Dansk Industri, Skráseting Føroya .
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi