Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Framløgur um gransking innan fiskivinnuna
Framløgurnar um gransking og menning innan fiskivinnuna verða fastalávintsmánadag 7. mars. Framløgurnar verða í hølunum hjá Vinnuháskúlanum í Nóatúni.

 

Eins og undanfarnu 2 árini verða fyrilestrar til íblástur eisini á skránni, m.a. Torger Børresen, granskingarstjóri á DTU-Aqua í Danmark, sum fer at greiða frá stóru og áhugaverdu evropeisku verkætlanini "Blue Biotechnology", sum eisini føroyingar (smáar og millumstórar fyritøkur) kunnu luttaka í.
 
Tiltakið er býtt í tveir høvuðspartar. Fyrrapartin er evnið ”Lidnar verkætlanir 2010”, og seinnapartin ”Nýggjar verkætlanir ella verkætlanir, sum halda á fram eitt stutt skeið afturat”.
 
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku til Edith Lamhauge ella Marjun Nielsen, edith.lamhauge@fisk.fo, marjun.nielsen@fisk.fo, telefon 353244 ella 353245.
 
Skráin er at síggja á heimasíðuni hjá fiskivinnugransking www.fvg.fo
 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi