Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Lættari at útflyta feskan fisk til Russlands
Heilsufrøðïliga Starvsstovan hevur gjørt avtalu við donsku matvørumyndugleikarnar um at hava eftirlit við umlastingini av feskum fiski, sum skal til Russlands.

 

Frá 1. juli verður møguligt hjá føroysku fiskivinnuni at umlasta fisk í terminalunum hjá Faroe Ship í Århus og hjá Smyril Blue Water i Hirtsals undir eftirliti av embætisdjóralæknum hjá Fødevarestyrelsen.

 
Donsku embætisdjóralæknarnir hyggja eftir, segla og vátta, at umlastingin fylgir teimum russisku saniteru og veterineru reglunum fyri slíkt virksemi, og at vognarnir annars lúka evropeisku krøvini til slíkt tilfar.
Heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi, vit og Fødevarestyrelsen hava samráðst um innihaldið í skipanini og fingið umlastingarcertifikatið góðkent av russisku myndugleikunum.
Vinnan - serliga alivinnan - hevur í ótolni bíða eftir hesum møguleikanum fyri umlasting í Danmark. Møguleikin gevur fiskivinnuni nógv betri atgongd til russiska marknaðin fyri feskar fiskavørur.
Høvuðsforðingin fyri útflutningi av feskum vørum úr Føroyum til Russlands hevur verið, at russiskir myndugleikar ikki góðkenna umlasting av vøruni í Danmark á veg úr Føroyum og til Russlands.
Russiski heilsufrøðiligi myndugleikin krevur, at fiskur, sum fer úr Føroyum til Russlands, skal seglast her í Føroyum og seglið má ikki brótast áður enn sendingin kemur til veterinerarnar á russiska markinum.
Hetta krav bar ikki til at halda um fiskurin skuldi umlastast í Danmark, og tískil var neyðugt at gera avtalu um, at danski heilsufrøðiligi myndugleikin - Fødevarestyrelsen - eygleiðir og seglar russisku vognarnar við umlastaða føroyska fiskinum.

Fyrstu sendingarnar við feskum laksi til Russlands,  sum skal umlastast leygardagin í Danmark, eru farnar avstað.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi