Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι .
Føroyar næstfremst í EBG
Endakappingin í European Business Games (EBG) varð í farnu viku hildin í Bolzano í Suðurtyrol.

 

Føroyar vórðu umboðaðar av 5 næmingum úr Tekniska Skúla í Klaksvík, sum løgdu sína virkisætlan fram í kapping við bólkar úr 9 øðrum londum. Vinnari av kappingini gjørdist ein bólkur úr Danmark, føroyski bólkurin gjørdist nummar 2 og ein bólkur úr Skotlandi gjørdist nummar 3.
 
Hugskotið hjá føroyska bólkinum var eitt virki nevnt C-Secure. Hetta virki hevur ment ein bjargingarvest, sum í mun til verandi bjargingarbelti er lættari at koma í. Fyrimunurin við nýggja vestinum er m.a., at tíðin, tann neyðstaddi liggur í sjónum, er styttri enn við vanliga bjargingarbeltinum.
 
Luttakandi bólkarnir í ár vóru úr Suðurtyrol, Slovakia, Kroatia, Kekkia, Danmark, Grønlandi, Føroyum, Skotlandi, Frankaríki og Italia.
 
Næmingarnir í føroyska bólkinum vóru: Jógvan Sámal Poulsen, Evald Johannesen, Bergur I. Johansen, Jón Kámar Joensen og Súsanna Joensen.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi