Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι 7. juli 2008
Útbúgving innan Altjóða flutning og logistikk í Føroyum!
Føroya Handilsskúli fer frá komandi ári at bjóða leiðarum og starvsfólkum útbúgving innan logistikk og flutning í Føroyum. Í september 2008 er ætlanin at bjóða út breytina Altjóða flutningur og logistikk á Akademiútbúgvingini á Føroya Handilsskúla.

 

Nógv eru virkini í Føroyum, sum dagliga arbeiða við logistikk og flutning, eitt nú virkir innan framleiðslu, flutning ella tænastu annars.
 
Endamálið við útbúgvingini í Altjóða flutningi og logistikk er at førleikamenna lesandi til sjálvstøðugt at kunna arbeiða við at greina, planleggja og verkseta loysnir, ið breitt viðvíkja altjóða flutning og logistikk – í privatum og almennum virkjum.
 
Útbúgvingin Altjóða flutningur og logistikkur er ein Akademiútbúgving – stytt AÚ. AÚ er til rætta til tey, sum hava fulltíðarstarv og fegin vilja hava eina framhaldandi útbúgving. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur, har til ber at taka eina samlaða útbúgving ella at taka støk modulir. AÚ gevur møguleika fyri framhaldandi lestri á diplomstøði.
 
Á útbúgvingini verða m.a. viðgjørd evnir sum logistikkskipan, supply chain management, strategiir innan forsýning, veiting, fyriskipan og distributión, eins og evnir og viðurskifti, ið knýta seg til altjóða flutning. Lesandi gera tvær størri verkætlanir, sergrein og endaliga verkætlan. Tá er møguligt at arbeiða við evnum og trupulleikum, ið knýta seg til egið virkið. 
 
Ætlanin er at bjóða fyrstu lærugreinina Logistikkur út í september 2008. Eru nóg nógv sum tekna seg, verður eisini flokkur stovnaður á Kambsdali.
 
Tilmeldingarfreistin er 18. august, innskrivingarseðil til allar lærugreinir á Akademiútbúgvingini er á heimasíðu Handilsskúlans, www.fh.fo.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi