Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι 14. november 2011
Heimleiðisfundur um FarGen
Hósdagin 17. nov. kl. 16.00 verður heimleiðisfundur í Vinnuhúsinum um FarGen verkætlanina.

 

Í nógv ár hevur verið tosað um ílegugransking í Føroyum. Verktætlanin FarGen hevur sett Føroyar á altjóða breddan hesum viðvíkjandi, við tíðindum í m.a. The Times, Science og Fox News, tí talan er um fyrsta land í heiminum, sum ætlar at ílegulesa sínar borgarar.
 
Gransking í mannaílegum er í stóran mun heilsuvísind, men talan er eisini um ein stóran vinnugeira. Heilsuvinna er ein av skjótast vaksandi vinnugeirunum og kann FarGen eisini verða byrjanin til heilsuvinnu í Føroyum.
 
Verður verkætlanin veruleiki verður stórur tørvur á veitingum frá øðrum vinnugreinum m.a. KST loysnum, veitingum og viðlíkahaldi, og verður talan um loysnir, sum koma at hava stórar altjóða marknaðarmøguleikar. Grundleggjandi førleikarnir FarGen byggir upp kunnu somuleiðis fáa stóran týdning fyri aðrar vinnur m.a. fiski- og alivinnuna og verða grundarlagið fyri eini vaksandi biotøknivinnu í Føroyum.
 
Hósdagin 17 nov. kl. 16.00 koma Pál Weihe og Bogi Eliasen í Vinnuhúsið at greiða frá FarGen verkætlanini.
 
Skrá:
Kl. 16.00 Vælkomin
Kl. 16.05 Vælkomin og yvirskipað um FarGen v. Pál Weihe
Kl. 16.30 FarGen: Ein altjóða verkætlan við vinnumøguleikum v. Boga Eliasen
Kl. 16.55 Spurningar og kjak
 
 
Tiltakið er fyri limir í Vinnuhúsinum.
 
Vinarliga boða frá luttøku á heimleiðisfundinum á industry@industry.fo ella við at ringja 309900
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi