Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Norðmenn satsa uppá marina biotøkni
Norska stjórnin hevur valt marina biotøkni sum eitt av satsingøkjunum í nýggjari strategi.

 

Norðmenn ásanna, at marina tilfeingi hevur stórar møguleikar fyri virðisøking. “Dugnaligt fólk og tøkni kann gera Norra fremst innan hetta øki”, sigur Lisbeth Berg-Hansen, fiskimálaráharri í sambandi við, at strategiin var løgd fram í farnu viku.
Sterka støðan, sum norska alivinnan hevur í heimshøpi í dag, er eitt úrslit av málrættaðari gransking og vinnumenning seinastu nógvu árini. Tað er tó framvegis altumráðandi fyri kappingarevnini og umdømi hjá Norra at hildið verður fram at menna marina biotøkni.
Eitt av nýggju satsingarøkjunum er aling av tara. Norra hevur ein tann størsta tarastovnin í Evropa, og vakstrarlíkindini hjá tara eru sera góð. Væntandi kemur orkutørvurin í heiminum at vaksa 100% komandi árini og Norra vil luttaka í at menna framleiðslu av orku burturúr tara.
Annað øki er marin tilsetingarevnir av ymsum slagi, sum verða virkaði burturúr tilfeinginum. Framleiðsla av m.a. omega 3 fitisýrum frá marinum rávørum er í ferð við at vaksa til eina stóra vinnugrein og enn meira dentur skal leggjast á reinsing, rafinering og virðisøking av marinum oljum.
Biotøknilig gransking vil í framtíðini spæla eina avgerandi leiklut fyri at tryggja sunnan og tryggan sjómat, umframt nýggjar vørur frá tilfeinginum í havinum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi