Tíðindi: Havbúnaður Ι .
21. februar er seinasta freist at melda til Aliráðstevnuna 2012
24. februar kl. 9.00 verður Aliráðstevnan 2012 sett á Hotel Føroyum. Í ár verður tað Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sum setur stevnuna.

 

Yvirskriftin fyri aliráðstevnuna 2012 er, hvussu vit framhaldandi tryggja eina burðardygga føroyska alivinnu við góðum lívfrøðiligum úrslitum og á skránni eru fyrilestrar, sum hvør á sín hátt bera boð um, hvussu hetta kann gerast.
Seinasti møguleiki at melda seg til aliráðstevnuna er týsdagin 21. februar.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi