Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Økt útflutningsvirði á alifiski í 2011
Aftur í 2011 vaks samlaða útflutningsvirði hjá alivinnuni. Føroyska alivinnan útflutti í 2011 fyri 1,6 milliardir krónur, sum er ein øking uppá 10% samanborið við árið fyri.

 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Í 2011 var laksur heili 34% av samlaða føroyska vøruútflutninginum í virði, harvið er laksur Føroya størsta einstaka útflutningsvøra. 
Prísfalli á heimsmarknaðinum seinnu helvt í 2011 sæst aftur í hagtølunum. Nøgdin av útfluttum laksi er økt 29%, meðan samlaða virði bert økti 10%.
Størsti marknaðurin fyri føroyskan alifisk er sambært hagtølunum USA. Eftir USA kemur Týskland, Bretland, Danmark og Frakland.  Í útflutningshagtølunum sæst eisini, at útflutningurin til Russland og Kina er øktur nógv í 2011.
Hagtølini kunnu síggjast á www.salmon.fo
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi