Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Seinasta freist at boða frá luttøku til Aliráðstevnuna
Vinnuhúsið hevur fingið nógvar tilmeldingar til Aliráðstevnuna í ár, og tí verður hon væntandi eins væl vitjað, og hon hevur verið undanfarin ár. Seinasta freist at boða frá luttøku til Aliráðstevnuna er í morgin 21. februar.

 

Skráin hesaferð er fjølbroytt við nógvum ymsum evnum á skránni. Til dømis fer Hans Jákup Mikkelsen frá Marine Harvest at meta um marknaðarútlitini í alivinnuni fyri 2012, Øystein Patursson frá Fiskaaling fer at greiða frá aling á streymútsettum økjum og Frank Nielsen frá universitetinum í Bergen fer at greiða frá um niðurberjing av laksalús. Tilsamans eru trettan fyrilestrar á skránni á Aliráðstevnuni.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi