Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Útvið 1 mió. tons av alifiski frá Kili næsta ár
Kili ætlar at framleiða umleið 900.000 tons av alifiski í 2013. Hetta er ein øking uppá 50% í mun til 2011.

 

Kilenska havbúnaðarfelagið Friosur roknar við, at framleiðslan í 2012 fer at liggja um 800.000 tons av alifiski. Helvtin, umleið 400.000 tons skal vera atlantiskur laksur. Hetta segði nevndarformaðurin Jose del Rio á ráðstevnuni North Atlantic Seafood Forum seinastu viku.
Jose del Rio vísir á, at lágu laksaprísirnir gera, at spurnartekin helst kann setast við um kilenskir alarar klára at framleiða væntaða vøksturin.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi