Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι 1. september 2008
Kanning av motivatiónsfaktorum í privatu vinnuni
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur heitt á Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning um at gera eina kanning av, hvat motiverar føroyska arbeiðstakarin.

 

Gott 3.000 lønmóttakarar á privata arbeiðsmarknaðinum á landi hava herfyri fingið spurnarblað sendandi frá Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning. Spurnarbløðini eru liður í kanning, sum yvirskipa skal lýsa, hvørjir motivatiónsfaktorar gera seg galdandi fyri føroyskar arbeiðstakarar í tí partinum av privata arbeiðsmarknaðinum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag varar av.
 
At yvir 3.000 spurnarbløð eru send út er eitt rættuliga høgt tal, tá hugsað verður um samlaðu arbeiðsmegina í Føroyum, og tá hugsað verður um, at tey, ið arbeiða á sjónum, og tey, sum arbeiða innanfyri tað almenna, ikki verða fevnd av kanningini. Tó verður mett, at um úrslitini skulu kunna býtast upp á bæði fak og landafrøði, er neyðugt við hesum talið.
 
Tá úrslitini av kanningini eru klár, fær vinnan eina betur fatan av, hvat tað er, sum føroyski løntakarin virðismetur hægst á einum arbeiðsplássi. Soleiðis fer vinnan at kunna nýta úrslitini sum amboð til bæði at tiltrekkja og til at fasthalda arbeiðsmegina á arbeiðsplássunum.
 
Úrslitini av kanningini verða klár seinast í september mánaða.  
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi