Tíðindi: Áskoðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag Ι 10. oktober 2016
Frágreiðingin frá Fiskivinnunýskipanarnevndini grundarlag undir breiðum semjum
Í farnu viku handaði fiskivinnunýskipanarnevndin sína frágreiðing til landsstýrismannin í Fiskivinnumálum. Talan er um frágreiðing, sum hevur uppiborið at verða tikin í álvara. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur at tað er neyðugt at gera eina breiða politiska semju um fiskivinnunýskipanina.

Fiskivinnuskipanin er eitt av teimum kjakevnum, sum fólk við áhuga fyri økinum ofta hava avgjørdar meiningar um. Tað er tó uppá lutfalsliga stutta tíð eydnast Fiskivinnunýskipanarnevndini at skriva eina balanseraða frágreiðing, har ymisk evni verða viðgjørd sakliga, og nógv góð tilmæli eru í frágreiðingini.

 

Tó at nevndin bert partvíst hevur gjørt eina greining av verandi skipan, viðger nevndin nøkur týdningarmikil evni í verandi og einari komandi fiskivinnuskipan. Tvey av hesum evnum verða tikin fram í dag. Tað fyrsta er tørvurin á einari burðardyggari skipan fyri fiskiskapinum eftir botnfiski. Nevndin mælir til at brúka meginregluna um mestu varandi veiðu (MSY) sum grundarlag undir regulering av fiskiskapinum. Hesum tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag fult undir við. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vantandi burðardygd er ein av stóru veikleikunum við verandi skipan, og sum hevur haft vanlukkuligar avleiðingar fyri serliga botnfiskavinnuna, bæði á landi og sjógvi. Tað er eingin ivi um, at tann so at siga óreguleraða fiskidagaskipanin hevur spælt fallit, og tørvur er á einari endurreisn. Í hesum viðfangi kann nevnast, at tilmælið hjá nevndini um at fara frá fiskidøgum til kvotaskipan er skilagott. Hóast ein kvotaskipan eisini kann hava ávísar avbjóðingar, eiga hesar at kunna loysast við einari hóskandi samanseting av tekniskum reguleringum, búskaparligum amboðum, og munadyggari revsing fyri kriminellan atburð.

 

Næsti týdningarmikli spurningurin nevndin viðger er útlutan av fiskirættindum. Hóast arbeiðssetningurin hevur avmarkað møguleikarnar til bert at lýsa eina skipan grundað á uppboðssølu, er tað tó greitt, at nevndin er ivasom um at útluta øll fiskivinnurættindi um eina uppboðssøluskipan. Nevndin vísir m.a. á, at tað ikki hevur eydnast at finna nakað dømi um land, sum útlutar øll síni rættindi um eina uppboðssøluskipan, og at vinnan hevur tørv á tryggum karmum og langtíðarrættindi fyri at fáa fígging til  neyðugar íløgur.

 

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at politiska skipanin eigur at taka hesi ivamálini hjá nevndini í stórum álvara. Tess støðugari og betri karmarnir eru kring fiskivinnuna, tess hægri verður íløguhugurin, og tess hægri verður tilfeingisrentan. Fiskivinnan er frammanundan ein vinna við týðandi váðum, og ein politiskur váði afturat verandi lívfrøðiligu og búskaparligu váðum er neyvan fremjandi fyri íløguhugin og langtíðar fokus í fiskivinnuni. Og um úrslitið gerst færri váðafúsar íløgur og minni langtíðar fokus kann tilfeingisrentan væntast at minka við tíðini. Politiska skipanin eigur í álvara at royna at fáa eina breiða semju um henda spurning.

Ein uppboðssøluskipan er ikki ein fortreyt fyri at fáa teir mest effektivu aktørarnar at umsita fiskatilfeingið. Er umsetiligheit av rættindum í fiskivinnuskipanini, verða tað við tíðini tær mest effektivu fyritøkurnar sum umsita fiskatilfeingið, tí meira effektivir aktørar vilja keypa rættindi frá minni effektivum aktørum.

 

Um man í politisku skipanini heldur, at ein størri partur av tilfeingisrentuni skal gjaldast til landskassan, ber tað til at gera hetta við eykaskatti og/ella gjaldi. Tað er tó týdningarmikið, at støddin á tilfeingisskattinum ikki verður so stór, at føroysku fyritøkurnar ikki megna kappingina við sínar útlendsku kappingarneytar. Hetta er eisini eitt atlit, sum má havast í huga, tá royndir verða gjørdar at finna breiðar semjur.

 

Støðutakanin til tey omanfyri  nevndu evnini hava stóran týdning fyri grundarlagið undir føroysku fiskivinnuni í framtíðini. Tað er týdningarmikið, at man roynir at finna tær breiðu semjurnar í hesum máli, so fiskivinnan ikki verður kastibløka í einum politiskum spæli, har fortreytirnar broytast aftaná hvørt val. Tað kann merkja, at øll ikki fáa tað júst sum tey vilja hava tað, man tað eru nú einaferð treytirnar í breiðum politiskum semjum.

Fleiri Áskoðanir