Stjórin hendan mánaðin
Uni Zachariasen
stjóri, Uni Zachariasen

 

Navn: Uni Zachariasen
Aldur: 56 ár
Heimstaður: Hoyvík
Familja: Giftur við Salomu, eiga børnini Vivian, Hanus og Zakaris.
Útbúgving: Bygningsmálari

Áhugamál: Familja, arbeiði og handverk, hondbóltur, svimjing og fótbóltur.

Stjórin hendan mánaðin

  

Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?

 

Vit mála hús og aðrar bygningar.

  

Hvar heldur fyritøkan til?

 

Djúpagilsvegur 44, Hoyvík. 

 

 

Nær varð hon stovnað?

 

Pápi mín stovnaði fyritøkunaí 1953. Nú koyri eg fyritøkuna víðari. Tað havi eg gjørt síðani 1982.

 

Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?

 

12 starvsfólk.

 

Vinnuligir karmar í Føroyum:

Hvat er tað besta, tað almenna hevur gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein seinastu 5 árini? 

 

Tað er blivið nakað nemmari at fáa útlendska arbeiðsmegi, tá tørvur er á tí.

 

Hvat er tað besta, tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?

 

At gjørt tað meira attraktivt at seta lærlingar. Tað almenna átti at tosað líka nógv um handverksvinnuna, sum tey gera um bókligu útbúgvingarnar. Tað gera tey ikki.

 

Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, har fyritøkan er?

 

Umstøðurnar eru góðar. 

 

Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa?

 

Tað er ov trupult at fáa lærlingar. 

  

Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?

 

Eg vóni, at vit fylgja við tíðini, og tað sum skal til. 

 

Persónligt:

Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?

 

Man hevur eitt vist frælsi, hóast man er bundin í hond og fót við fyritøkuni. Eg eri stoltur av at verða stjóri í eini fyritøku við so góðum ffólki, sum eg havi.

 

Hvat er tað mest avbjóðandi?

 

Tað mest avbjóðandi ella kanska heldur tað týdningarmesta er at tryggja, at tá vit hava avsluttað eitt arbeiði fyri ein kunda, at kundin eisini næstu ferð eitt málaraarbeiði skal gerast, velur at lata okkum gera arbeiðið.

 

Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?

 

Man er faktiskt á meira ella minni alla tíðina.

 

 

Spurningar um aktuell mál:

 

Er atgongd til arbeiðsmegi nøktandi?

 

Tað er blivið nakað frægari, síðani tað gjørdist møguligt at fáa útlendska arbeiðsmegi. Men framvegis er tað alt ov trupult at fáa lærlingar. 

 

Merkir tú nakað til, at arbeiðsloysið er lágt?

 

Tað hevur jú við sær, at atgongdin til útlendska arbeiðsmegi er møguligt. Annars hevði tað verið trupult at fingið fólk. 

 

 

 

  


 

Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.

 

 

 

 

Fleiri Stjórar