Stjórin hendan mánaðin
Hilmar Danielsen
stjóri, EL.IN

 

Navn: Hilmar K.. Danielsen
Aldur: 53 ár
Heimstaður: Klaksvík
Familja: Konan eitur Elin, børnini Jóannes 18 ár, Rói 17 ár og Durita 15 ár
Útbúgving: Verkfrøðingur (sterkstreym)
Áhugamál: Fótbóltur

Stjórin hendan mánaðin

  

Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?

 

Handil og verkstað. Handilin selir lampur, hvítvørur, køksbúnýti umframt el-tilfar. Verkstaðið arbeiðir við vanligari el-innleggjan,  skips-el, el til vinnubygningar osv.

  

Hvar heldur fyritøkan til?

 

Í Klaksvík. 

 

 

Nær varð hon stovnað?

 

1991

 

Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?

 

20

 

Vinnuligir karmar í Føroyum:

Hvat er tað besta, tað almenna hevur gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein seinastu 5 árini? 

 

Fyri fleiri enn 5 árum síðani vóru punktgjøldini strikaði á lampum og áðrenn tað á hvítvørum. Tað var sera gott fyri handilin

 

Hvat er tað besta, tað almenna kundi gjørt fyri tína fyritøku/vinnugrein?

 

Fastir og stabilir karmar eru týdingarmiklir. Javnari býti millum høvuðstaðarøki og restina av landinum er eisini týdningarmikið. At tað loysir seg líka væl at arbeiða í Føroyum sum t.d. í Noreg

 

Hvussu eru almennu vinnukarmarnir  sum heild í Føroyum mun til hjá líknandi fyritøkum í grannalondunum?

 

Sum heild er teir kanska á einari leið, men kappingin um arbeiðsmegi byggir ikki á javna kapping

 

Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, har fyritøkan er?

 

Góðar

 

Hvat kundi verið betri?

 

Fleiri almennar íløgur og almenn arbeiðspláss høvdu betra stabilitetin

 

Hvussu er atgongdin til fígging av virkseminum hjá fyritøkuni?

 

Góð

 

Eru nakrar serligar forðingar fyri at fyritøkan kann vaksa?

 

Atgongdin til kvalifiseraða arbeiðsmegi

  

Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?

 

Á sama støðið sum í dag, tó við ávísum broytingum, so okkurt øki er styrkt fyri at betra kappingarførið

 

 

Persónligt:

Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?

 

Ábyrgdin og møguleikin at ávirka og gera skjótar broytingar, tá tað er neyðugt

 

Hvat er tað mest avbjóðandi?

 

Sæð yvir 25 ár hjá virkinum er tað óstabiliteturin, har ringu tíðirnar í onkrum av kreppunum hava verið sera strævnar

 

Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?

 

60

 

Hvør ert tú?

 

Royni í mínum arbeiði at verða álítandi, síggi stórt virði í at verða arbeiðssamur og at vilja framburð. 

 

 

Spurningar um aktuell mál:

 

Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum?

 

Fleiri útbúgvingar í Føroyum og betri deildir um landi

 

 

Er atgongd til arbeiðsmegi nøktandi?

 

Nei.

 

Merkir tú nakað til, at arbeiðsloysið er lágt?

 

Ja.

 

Hvat merkja eitt nú broytingar í hækkaðum avgjøldum fyri tína fyritøku?

 

Tað komu nógvar hækkingar í avgjøldum í 2016, og tað er ein avbjóðing at fáa eitt nøktandi úrslit, tá útreiðslur javnt og samt leggjast afturat. Hetta nívir vinnuna úti um landið, sum so setir minni arbeiði í gongd, og minkar sostatt eisini um arbeiði hjá tænastufyritøkum, tá avgjøldini í høvuðsheitum verða umsett til nýtslu í miðøkinum

 

  


 

Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.

 

 

 

 

Fleiri Stjórar