Tíðindi: Fiskivinna Ι 27. oktober 2008
Norskur umhvørvisgóðkendur upsi úr Kina
Nú ber til at keypa norskar umhvørvismerktar upsavørur, sum eru framleiddar í Kina, á evropeiska marknaðinum.

 

“Vit hava fingið umhvørvismerking til okkara vørur úr upsa. Tað merkir, at okkara kundar kunnu brúka hesa góðkenning til lidnar vørur”, sigur Kjetil Sperre frá Brødrene Sperre AS.
 
Fyritøkan, við heimstaði í Ålesund, útflytur m.a. hálvlidnar vørur úr upsa til víðari góðskingar í Kina. Á henda hátt kann kinesiska fyritøkan senda lidnu vørurnar aftur til evropeisku marknaðirnar við einum merki á pakkunum, ið váttar, at vøran hevur fingið umhvørvismerking.
 
Styrkir upsan
Brødrende Sperre AS fekk loyvi at brúka umhvørvismerking um miðan september. Kjetil Sperre sigur, at hetta ger, at fyritøkan nú betur kann kappast við líknandi vørur, ið eru framleiddar úr Alaska pollock. Líknandi vørur, tað vil serliga siga raspaði fløk, burturúr pollock, hava longu eitt umhvørvismerki og nú kunnu vit vísa á tað sama, sigur Kjetil Sperre.
 
Fær týdning
Nú fyritøkan kann tryggja, at teirra upsavørur stava frá burðardyggum fiskiskapi, væntar Kjetil Sperre kortini ikki at síggja nakra prísøking beinanvegin. Hann væntar tó, at umhvørvisgóðkenningin við tíðini kann fáa størri týdning. Endaligu brúkararnir hugsa meir og meir um umhvørvið. Tí fara vit helst at síggja eina gongd, har umhvørvisgóðkendar vørur so við og við fáa ein lutfallsliga hægri prís.
 
Tilsamans framleiða Brødrene Sperre AS millum 15.000 og 20.000 tons av umhvørvisgóðkendum upsa. Hetta er umleið 30 prosent av samlaðu framleiðsluni hjá felagnum.
 
Kelda: IntraFish.no
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi