Tíðindi: Fiskivinna Ι 21. oktober 2013
Nigeria ætlar at minka um innflutningin av fiskavørum
Stjórnin í Nigeria hevur boðað frá, at hon ætlar at minka um innflutningin av fiskavørum við tí endamáli at stimbra lokala fiskaframleiðslu, serliga fiskaalingina. Stjórnin umhugsar í hesum sambandi stigvíst at seta í verk innflutningskvotur og at hækka tollin á fiskavørum munandi komandi 4 árini. Málið er, at fiskainnflutningurin skal minka við 25% um árið komandi árini.
Atfinningar eru tó eisini móti ætlanunum hjá stjórnini í Nigeria. Funnist verður m.a. at tí, at Nigeria ikki hevur møguleika at ala ella fiska ein stóran part av teimum fiskasløgum, sum høvdu verið rakt av tiltøkunum fyri at avmarka innflutningin, t.e. serliga pelagisk fiskasløg sum makrelur, sild, hestamakrelur og svartkjaft. Tí verður ført fram, at Nigeria heldur átti at bannað ella lagt avgjald á tey fiskasløg, sum Nigeria sjálvt alir ella fiskar, ella at stimbra lokala framleiðslu á annan hátt.
 
Eisini verður víst á, at ætlanirnar hjá stjórnini kunnu gera tað dýrari hjá fólki at fáa fatur á proteinum, og at nógvir vanligir nigerianarar frammanundan fáa ov lítið av proteini í kostinum. ST metir, at fólkatalið í Nigeria fer at vaksa munandi fram til 2020, og at eftirspurningurin eftir fiskavørum av hesum ávum fer at vaksa við 700 tús. tonsum fram til 2020.
 
Nigeria innflytur stórar nøgdir av pelagiskum fisk, og virðið á samlaða føroyska útflutninginum til Nigeria var sambært Hagstovu Føroya knappur 500 mió. kr. í 2012. Um ætlanirnar hjá stjórnini í Nigeria verða settar í verk, kann hetta tí ávirka ein stóran føroyskan útflutningsmarknað negativt.
 
Keldur:
seafoodsource.com, fis.com, businessdayonline.com
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi