Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 18. november 2013
Skeið um góðskutrygging fyri handverksmeistarar
Handverksmeistarafelagið skipar 26. nov og 6. des. fyri skeiði um góðskutrygging og –stýring fyri handverksmeistarar. Skeiðið er býtt upp í tveir hálvar dagar, og ætlanin er so, at skeiðsluttakararnir millum skeiðsdagarnar skulu arbeiða við góðskutryggingingarskipan fyri teirra fyritøku.
 
Á fyrsta skeiðsdegnum læra skeiðsluttakararnir m.a. um amboð til góðskutryggingararbeiðið í fyritøkuni. Á næsta skeiðsdegnum verða spurningar og ivamál frá skeiðsluttakarunum tiknir upp, og greitt verður frá møguleikunum fyri sertifisering av góðskutryggingarskipanini.
 
Skeiðshaldari er Símun Hammer frá Virkisráðgeving. Skeiðið er bert fyri limir í Handverksmeistarafelagnum og skeiðskostnaðurin er 500 kr. fyri báðar dagarnar.
 
Meldast kann til tiltakið við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella við at ringja á 309900 í seinasta lagi mánadagin 25. november kl. 12.00. Avmarkað pláss er, og tá skeiðið er fullteknað, verður stongt fyri tilmeldingum.
 
Til ber at síggja ein skeiðslýsing við at trýsta her.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi