Tíðindi: Fiskivinna Ι 6. januar 2014
Fiskivinnuroyndir stuðlar 18 verkætlanum í 2014
Fiskivinnuroyndir hevur avgjørt at stuðla 11 nýggjum og 7 framhaldandi verkætlanum innan fiskivinnu á sjógvi og landi við tils. 3,7 mió kr. í 2014.

Vinnufyritøkur hava hesuferð fingið játtað 62 % stuðlinum, meðan 38 % fer til verkætlanir hjá almennum stovnum v.m., sum kunnu hava týdning fyri menning av fiskivinnuni.

 

Fiskivinnuroyndir er stuðulsskipan, sum Fiskimálaráðið umsitur. Umsóknarfreist er einaferð um árið í november mánaða.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi