Tíðindi: Fiskivinna Ι 24. november 2008
Avreidda nøgdin av hýsu er munandi minkað
Sambært feskastu tølunum frá Hagstovu Føroya, er avreidda nøgdin av hýsu munandi minni higartil í ár enn fyri sama tíðarskeið undanfarin ár.

 

Til og við oktober mánaða í ár, vóru sløk 5.900 tons av hýsu avreidd í Føroyum. Hetta er umleið 4.000 tons minni enn fyri sama tíðarskeið í 2007, tá stívliga 9.900 tons vóru avreidd. Lutfallsliga svarar hetta til eina afturgongd uppá meir enn 40% í mun til 2007. Myndin gerst ikki frægari um samanborið verður við fyrstu tíggju mánaðirnar av 2006, tí tá vórðu avreidd meir enn 12.700 tons av hýsu, ið er meir enn tvífalt so nógv sum fyri sama tíðarskeið í ár.
 
Avreidda nøgdin av toski frá januar til oktober í ár liggur um 8.700, ið er nakað tað sama sum í fjør. Hetta er tó væl minni enn í 2006, tá avreidda nøgdin av toski táttaði í 10.000 tons, tá oktober mánaði var liðugur.
 
Av upsa eru avreidd sløk 32.000 tons, ið eisini er nakað tað sama sum í 2007. Eisini nøgdirnar av upsa royndust tó munandi betur í 2006, tá talan var um góð 38.000 tons.
 
Gulllaksur er einasta fiskaslag, ið føroysk fiskavirkir vanliga taka ímóti, har avreidda nøgdin í ár er munandi økt. Til og við oktober vóru avreidd góð 16.400 tons av gulllaksi, samanborið við umleið 13.300 tons í 2007 og 12.300 tons í 2006.
 
Samanlagt vísir uppgerðin hjá Hagstovu Føroya yvir landaðar nøgdir av ávísum fiskasløgum, at munurin millum fyrstu 10 mánaðirnar av 2008 og 2007 ikki er so stórur; talan er ávikavist um 68.500 tons og 69.200 tons. Hetta er tó eitt stórt fall í mun til sama tíðarskeið í 2006, tá nøgdin var sløk 81.000 tons.
 
Viðmerkjast skal, at henda uppgerðin ikki hevur allar støddir av ávísum fiskasløgum við og tí kunnu tølini víkja nakað frá samlaðu nøgdini, sum er avreidd.
 
 
Talva: Landa nøgd av ávísum fiskasløgum, uppgjørt í tonsum.
 
 
januar - oktober
Fiskaslag
2006
2007
2008
Toskur
9.893,2
8.702,7
8.771,1
Hýsa
12.722,4
9.920,6
5.867,5
Brosma
2.040,2
1.823,7
2.214,4
Upsi
38.054,2
32.503,5
31.848,9
Kalvi
92,1
79,3
50,2
Tunga
695,4
133,9
128,8
Reyðsprøka
352,8
46,5
56,8
Havtaska
2.514,2
1.021,9
707,1
Kongafiskur
1.350,0
586,1
491,1
Blálonga
259,8
305,5
360,4
Svartkalvi
662,5
842,7
1.577,4
Gullaksur
12.260,8
13.267,0
16.412,5
Samlað
80.897,6
69.233,4
68.486,2
 
 
GG! Allar støddir eru ikki við í samanteljingini og tí er hetta ikki samlaða nøgdin, sum er avreidd.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi