Tíðindi: Virkisleiðsla Ι 14. apríl 2014
Facebook í arbeiðstíðini krevur eina støðu
Facebook, Twitter og LinkedIn eru á telduskíggjunum hjá starvsfólkunum í sjey av tíggju donskum fyritøkum. Men so hvørt fleiri og fleiri fyritøkur loyva vitjanir á sosialu miðlunum í arbeiðstíðini, veksir eisini talið av fyritøkum, sum hava gjørt leiðreglur fyri, hvussu sosialu miðlarnir skulu verða nýttir. Hetta vísir nýggj kanning frá Lederne.

Sambært  kanningini, sum varð almanna kunngjørd í dag, verða vitjanir á sosialu miðlunum i arbeiðstíðini góðtiknar av 68 prosentum av fyritøkunum. Hetta er munandi hækkað í bert fýra ár. Í 2010 var tað bara í lagi á 48 prosentum av fyritøkunum.

 

Talið av fyritøkum, sum hava orðað etiskar leiðreglur fyri, hvussu starvsfólk kunnu nýta sosialu miðlarnar, er sama tíðarskeið meira enn tvífaldað – úr 18 prosentum av fyritøkunum í 2010 til 41 prosent í 2014.

 

Leiðsluráðgevi hjá Lederne, Helle Bruun Madsen, heldur, at talan er um eina sjálvsagda gongd.

 

“Tølini undirstrika, at fyritøkurnar av álvara hava tikið sosialu miðlarnar til sín. Fyrr vórðu sosialir miðlar – serliga Facebook – kallað tíðartjóvur og nakað, sum hótti KT-trygdina hjá fyritøkunum. Soleiðis er tað tíbetur ikki longur. Tað er ógvuliga logiskt, at tað samstundis hendir ein hækking í talinum á fyritøkum, sum gera etiskar leiðreglur fyri starvsfólkanýtsluna av hesum nýggju miðlum. Hetta vísir, at fyritøkurnar taka støðu, og at tær átaka sær leiðsluábyrgdina,” sigur Helle Bruun Madsen.

 

Hon leggur dent á, at niðurskrivaðar reglur ikki altíð eru neyðugar. “Tað týdningarmesta er, at leiðararnir í fyritøkunum seta seg inn í og hava eina støðu til teir møguleikar og vandar, sum standast av at ferðast á sosialu miðlunum. Ofta klára starvsfólkini sjálvi at stýra frælsinum á ein skilagóðan og ábyrgdarfullan hátt – uttan at tíðarnýtslan vindur uppá seg og uttan at uppføra seg ábyrgdarleyst í cyberspace.”

 

“Leiðreglur koma ofta aftaná eina ella fleiri ítøkiligar hendingar, har ein ella fleiri starvsfólk eru farin ov langt. Eg mæli til, at fyritøkurnar taka støðu, áðrenn hetta hendir, tí so slepst sum oftast heilt undan reglum,” sigur Helle Bruun Madsen.

 

Kanningin er gjørt saman við greiningarfyritøkuni YouGov og er grundað á svar frá 1.594 leiðarum.

 

Kelda: lederne.dk


Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi