Tíðindi: Fiskivinna Ι 19. januar 2015
Útlit til betri marknaðaratgongd fyri norskar fiskavørur til ES
Norðmenn ætla sær betri handilsavtalu við ES

 

Norski fiskimálaráðharrin hevur havt sín fyrsta fund við nýggja ES-kommisserin í fiskivinnumálum, Marmenu Vella. Á dagsskránni var serliga spurningurin um betri marknaðaratgongd fyri norskar fiskivørur sum verða seldar til ES. Vella var samdur við norska ráðharranum, at tørvur var á at gera verandi avtalur um marknaðaratgongd fyri norskar fiskavørur einfaldari enn tær eru í dag. Norski fiskimálaráðharrin er tí bjartskygdur um, at tað nú fer at bera til, at fáa eina betri avtalu við ES um fiskavørurnar.

 

Norski fiskimálaráðharrin vísti á, at Noreg í dag hevur yvir 50 ymiskar kvotuavtalur við ES, har tað er tollfrælsi upp til eina ávísa nøgd. Hetta er tungt hjá norskari vinnu at fyrihalda seg til í tí dagliga. Hesar avtalur fóru tó úr gildi í apríl 2014 og tí hevur norska útflutningsvinnan rindað toll, meðan samráðst hevur verið um eina nýggja avtalu. Partarnir hava staðið langt frá hvørjum øðrum, men nú eru so útlit til eina betri avtalu fyri norska útflutningsvinnu.

 

Kelda: kyst.no

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi