Tíðindi: Fiskivinna Ι 26. januar 2015
Skeið um útflutning av fiskavørum
4. februar verður skipað fyri skeiði um útflutning av fiskavørum. Dentur verður lagdur á toll- og upprunareglur, umframt at kunnað verður um broytingarnar í nýggju vøruskránna.

Mikudagin 4. februar skipar Føroya Ráfiskakeyparafelag fyri skeiði um útflutning av fiskavørum. Skeiðið verður hildið í samstarvi við TAKS. Endamálið við skeiðnum er, at luttakararnir fáa innlit í tær handilsreglur sum eru galdandi fyri fiskavørur, sum verða útfluttar úr Føroyum. Serligur dentur verður lagdur á toll- og upprunareglur.

 

Á skeiðnum fáa luttakararnir m.a. innlit í:

  • GATT/WTO skipanina
  • Samsavnan av uppruna (kumulering) /Pan-Euro-Med skipanin
  • Handilsavtalurnar, herundir eisini kunning um nýggju fríhandilsavtaluna við Turkaland
  • Tollfríu GATT-kvoturnar í s.v. innflutning av fiskavørum til ES
  • Nýggja føroyska vøruskráin, sum kemur í gildi seinni í vár (broytingar fyri fiskavørur)

 

Eisini verður møguleiki fyri at taka upp spurningar og ivamál, sum útflytarar hava í sambandi við toll- og upprunareglur.

 

Tilmelding til skeiðið fer fram við at senda ein teldupost til Vinnuhúsið, industry@industry.fo. Luttakaratalið er avmarkað, og tilmeldingin er bindandi. Kostnaðurin fyri skeiðið er 600 kr. pr. persón fyri limir í Ráfiskakeyparafelagnum og 900 kr. fyri onnur.

 

Skeiðið byrjar kl. 9.30 og endar uml. kl. 14.30.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi