Tíðindi: Havbúnaður Ι 2. mars 2015
Seinasta freist at melda til aliráðstevnuna
Seinasta freist at melda til aliráðstevnuna er í morgin týsdagin 3. mars. Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum nú fríggjadagin 6. mars.

 

Í morgin týsdagin er so seinasta freist at melda til aliráðstevnuna fyri 2015, sum byrjar á Hotel Føroyum nú fríggjadagin 6. mars kl. 9.30. Endamálið við aliráðstevnuni er at gera upp støðuna og meta um útlitini fyri føroyskan havbúnað, og harumframt at leggja fram nýggja vitan, sum er viðkomandi fyri vinnuna.

 

Í ár koma fólk úr Føroyum, Noregi, Íslandi og Onglandi at leggja fram fyri luttakarunum á aliráðstevnuni.

 

Skráin fyri aliráðstevnuna sæst her, og meldast kann til aliráðstevnuna við at trýsta her.

 

Les meira um fyrilestrarhaldararnar við at trýsta her.

 

Eins og í fjør verður tað Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, sum setir Aliráðstevnuna 2015.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi