Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 11. mai 2015
Sáttmáli undirskrivaður við Grafiska Yrkisfelagið
Mikudagin 6. mai skrivaðu Føroya Prentsmiðjufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag undir semju um nýggjan tvey ára sáttmála við Grafiska Yrkisfelagið og Landsfelag Handverkaranna.

 

Semjan hevði við sær, at lærlingar nú fáa sama eftirlønarprosent sum útlærd, og eina lønarhækking sum 1. mai 2015 er 1,03% og 1. mai 2016 2,25%. Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi