Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 26. januar 2009
Krøv til húsasmiðir í Íslandi
Krøvini til at starvast sum húsasmiður í Íslandi eru munandi øðrvísi enn í Føroyum. Til tess at lýsa hetta, hevur føroyska sendistovan í Reykjavík gjørt eina stutta frágreiðing um íslendsku krøvini til útbúgvingina sum húsasmiður.

 

Á sama hátt sum í Føroyum, skal ein fyrst í læru fyri at gerast sveinur. Sambært íslendskari lóg skulu lærlingar móttaka frálæru um bókhald og handil meðan teir ganga í íðnaðarskúla (tekniskum skúla). Tað er Ídnaðarmálaráðið, sum útskrivar sveinabrævið.
 
Fyri at ein sveinur kann gerast meistari, skal hann starvast hjá øðrum meistara í eitt ár, umframt lúka meistaraprógv frá meistaraskúla, ið er ein 2 ára long ástøðilig útbúgving. Tað ganga sostatt 3 ár áðrenn ein sveinur kann gerast meistari.
 
Tað er sýslumaðurin í økinum, ið útskrivar meistarabrævið, sum gevur einum rætt til at starvast innan vinnugreinina. Sýslumaðurin útskrivar eisini íðnaðarloyvi, sum er ætlað teimum, ið vilja stovna fyritøkur. Tá ein persónur hevur fingið meistarabræv og íðnaðar­loyvi kann hann kalla seg “iðnmeistari”.
 
Um ein meistari ynskir at fara eitt stig víðari og hava ábyrgd fyri byggiverkætlanum, skal hann søkja Umhvørvismálaráðið um eina løggilding. Løggildingin er prógv fyri, at handverksmeistarin hevur loyvið til at átaka sær ábyrgd av ávísum arbeiði í byggi­verkætlanum.
 
Skipanin, sum er lýst omanfyri, hevur virkað í Íslandi í eini 15-20 ár og sambært íslendskum myndugleikum, er hon grundað á góðkenningarskipanina hjá ES. Skipanin er eisini galdandi fyri útlendingar og tí er tað ikki so lætt hjá útlendskum fyritøkum og meistarum, at fáa atgongd til henda partin av íslendska marknaðinum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi