Tíðindi: Oljuvinna Ι 14. september 2015
Stórur áhugi fyri føroyska básinum í Offshore Europe 2015
Í farnu viku luttóku føroyskir veitarar á oljumessuni Offshore Europe í Aberdeen. Føroyski landabásurin var væl vitjaður, og bæði samskiparar og fyritøkur vóru væl nøgd.

 

Hóast niðurgongutíðin innan oljuvinnuna sæst aftur á luttakaratalinum á framsýningini kom tó væl burturúr. Nógv vitjandi vóru á føroyska landabásinum, og føroysku fyritøkurnar hittu millum annað kundar og samstarvsfelagar. Útlendsk tíðindafólk vóru eisini áhugaði í Føroyum, og tey vildu frætta um oljuboringar, útbjóðingarrunduna í 2017 og veitaravinnuna í Føroyum. Nógv varð gjørt burturúr at marknaðarføra Føroyar sum ein tænastudepil í Atlantshavinum, og vinnan er væl kappingarfør á hesum økinum.

 

Føroyska luttøkan varð samskipað av Oljuvinnufelagnum, og samskipararnir meta, at hóast luttøkan á framsýningini er minni í ár enn undanfarnu árini, er framsýningin væl eydnað fyri luttakandi fyritøkurnar.

 

Offshore Europe verður hildið annaðhvørt ár. Tey árini, Offshore Europe ikki er, er Offshore Northern Seas, ONS, í Stavanger, og eisini henda framsýningin er av stórum týdningi fyri tær føroysku fyritøkur, sum hava sítt virksemi innan oljuvinnuna.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi