Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 5. oktober 2015
Eru vit klár til frádrátt fyri handverkaraarbeiði í Føroyum?
Danska Vinstrastjórnin hevur aftur innført frádrátt fyri handverkaraarbeiði, sum loyvir privatum at trekkja handverkarans arbeiðsløn frá í skatti. Sonevndi “Boligjobordningen” fær afturvirkandi kraft og er galdandi frá 1. januar 2015 og fyribils fram til og við 2017.

 

Orsøkin til, at man nú aftur innførir frádráttin, skal finnast í góðu royndunum, sum gjørdar eru við skipanini. Tankin við skipanini er at uppmuntra fólk at nýta smærri og miðalstórar handverksfyritøkur til umvælingsarbeiði heima við hús fyri at halda arbeiðsloysinum niðri, umframt at skipanin skal fyribyrgja svørtum arbeiði. Soleiðis verða fleiri hildin í starvi, og góðskan á umvælingunum eru nógv hægri.

 

“Boligjobordningen” er sett saman soleiðis, at hvør persónur í einum húsarhaldi kann trekkja 15.000 kr frá í skatti um árið fyri arbeiði, sum er framt av eini handverkarafyritøku. Hetta merkir, at eini hjún, sum t.d. ynskja at fáa skift vindeygu, kunnu trekkja 30.000 frá í skatti. Hendan skipanin dekkar ábøtur so sum at skifta køk, gólv, tak, takrennur, o.a. líknandi. Tó er tað ikki møguligt at fáa skatt aftur fyri at byggja sauna, svimjihyl ella annað, sum ikki verður mett neyðugt.

 

Kanska áttu vit at umhugsað at innført eina líknandi skipan í Føroyum. Heldur enn at taka sær frí frá sínum dagliga starvi til at gera umvælingar sjálvi, kundu fólk í størri mun verið eggjað til at seta eina handverksfyritøku at fremja arbeiðið. Hetta er bæði tryggari og er góðskan á arbeiðinum nógv hægri. Tí gongur eisini longri tíð, inntil næsta umvæling skal gerast, sum alt annað líka merkir at umvælingin er bíligari í longdini.

 

 

 

Kelda: kromannreumert.com

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi