Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 14. desember 2015
Fokus á arbeiðstrygd
Hósdagin í síðstu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri áhugaverdum temadegi um arbeiðstrygd.

 

Meistarafelagið hevur saman við Arbeiðseftirlitinum ynskt at seta fokus á arbeiðstrygd. Ynski er at seta inn fyribyrgjandi og at gera trygd á arbeiðsplássinum til ein sjálvfylgjandi hugburð.

 

Fleiri framløgur vóru á degnum, har Leivur Persson, leiðari á Arbeiðseftirlitinum, fortaldi hvørjar afturgangandi manglar, tey síggja, og hvussu hesir kunnu fyribyrgjast. Eisini greiddi hann frá hvussu mann kemur í gongd við at arbeiða við arbeiðstrygg; um hvørji atlit, mann skal taka og hvørji fyrstu stigini eru.

 

Karina Nattestad Nolsøe, HTU-samskipari á Landsverk, greiddi frá hvussu byggiharrin sær heilsu, trygd og umhvørvi (HTU). Hon fortaldi, at tey seta somu krøv til arbeiðstakarar, sum tey seta sær sjálvum. Hon metti, at hetta hevur havt við sær, at eisini fleiri av smærru arbeiðstakarunum hava sett størri fokus á trygdina.

 

Á Mest hava tey útviklað eina app, soleiðis at øll starvsfólk lætt kunnu boða frá arbeiðsskaðum. Jens Hansen, HTU leiðari á Mest, greiddi á temadegnum um arbeiðstrygd frá, at hetta hevur givið teimum gott yvirblikk yvri hvørjir skaðar koma fyri. Á hendan hátt kunnu tey betri seta inn á røttum stað. Somuleiðis hava tey á Mest gjørt av at heiðra ársins trygdarfólk. Hetta er ein stórur heiður millum starvsfólkini.

 

Ansni Tilbúgving stendur fyri nógvum av teimum skeiðunum, sum fyrireika starvsfólk at fyribyrgja arbeiðsskaðum. Jógvan Hansen, leiðari fyri tilbúgvingina, vísti m.a. á at seta fokus á sálarliga arbeiðsumhvørvið. Hetta hevur givið góð úrslit við lærgi sjúkrafráveru.

 

Evelyn Gaard, HTU leiðari á Articon, fortaldi um tær royndirnar, tey hava gjørt sær við at seta HTU politikkin í verk. Her vísti hon á, at hugburðurin hjá stjóranum smittar ígjøgnum fyritøkuna. Eisini tosaði Evelyn um arbeiðstrygd í útboðstilfarinum. Tað er ein ansøgn, at fyritøkur skulu kappast í prísi, har trygd er ein postur. Tað er eingin loyna, at tað er kostnaðarmikið at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk, og tí verður tilboðið hjá tí fyritøkuni, sum brúkar meira uppá trygd, møguliga hægri enn hjá fyritøkuni, sum ikki brúkar eins nógv uppá trygd.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi