Tíðindi: Oljuvinna Ι 14. mars 2016
Oljuvinnufelagið bjóðar til heimleiðistiltak í dag
Í dag, mánadagin 14. mars, kl. 15.00 skipar Oljuvinnufelagið fyri almennum tiltaki fyri øll, sum arbeiða innan olju- og maritimu veitaravinnuna.

 

Seinasta árið hevur Oljuvinnufelagið arbeitt miðvíst við átaki at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil. Greitt verður frá hesum arbeiði, og luttakarar hava eisini høvi at seta spurningar.

 

Fari er undir fyrireikingarnar til føroyska landabásin á Offshore Northern Seas 2016 (ONS 2016), sum verður í Stavanger í døgunum 29. august til 1. september. Á tiltakinum verður greitt nærri frá føroysku luttøkuni.

 

Skrá:

  • Kunning og orðaskifti um átakið at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tænastudepil
  • Mouritz Mohr, stjóri í Mest, og Hendrik Egholm, stjóri í Magn, koma at greiða frá, hvussu teir uppliva støðuna í vinnuni júst nú
  • Føroyskur landabásur á ONS 2016

 

Tiltakið er alment, og øll áhugaði kunnu møta til heimleiðistiltakið, sum verður í Vinnuhúsinum í dag kl. 15.00 á Óðinshædd 7, 100 Tórshavn.

 

Meira fæst at vita um tiltakið og luttøkuna á ONS 2016 við at venda sær til Jórun Gardar, jorun@industry.fo, ella á telefon 739913.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi