Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 14. mars 2016
Greið frá tínum yrki
10 yrkislærd vitjaðu skúlan á Fløtum fyri at siga 9. floksnæmingum frá síni yrkisleið.

 

Føroya Handverksmeistarafelag og Handilsvinnufelagið skipaðu í síðstu viku fyri tiltaki saman við Skúlanum á Fløtum, har yrkislærd greiddu frá sínum yrki.

 

Næmingarnir í 9. flokki á Skúlanum á Fløtum vóru savnaðir fyri at hoyra um møguleikan at gerast handverkari. Næmingarnir vóru býttir í fimm bólkar og fóru síðani inn í hvør sína stovu, har tvey og tvey yrkislærd tóku ímóti teimum. Næmingarnir høvdu frammanundan fyrireikað seg og sett seg inn í viðurskiftini hjá teimum ymisku yrkislærdu, sum luttóku.

 

“Næmingarnir vóru íðnir og væl fyrireikaðir,” segði Jórun Mørkøre, bakari, sum var ein av teimum luttakandi yrkislærdu. “Tað var heilt greitt fyri okkum, at tey ungu leggja nakað í, hvat tey skulu útbúgva seg til.”

 

Tá næmingarnir høvdu hoyrt tey fyrstu tvey yrkislærdu greiða frá, skiftu tey stovu og hoyrdu tvær søgur afturat, um hví hesi høvdu valt júst sína starvsleið.

 

“Hví skal eg velja júst títt fak?” spurdi ein næmingur.

 

“Tað fari eg ikki at siga, at tú skalt,” var svarið frá Janusi úr Dímun, múrara. “Men eg vil sera fegin fortelja tær um hendan møguleikan, soleiðis at tá tú skalt velja tær starvsleið, kennir tú til arbeiðið sum handverkari eins væl og aðrar møguleikar.”

 

Tey yrkislærdu, sum luttóku vóru:

 

Atli Nattestad, rør- og blikksmiður
Jórun Mørkøre, bakari
Bjørgfinnur Heinesen, krambakallur
Bjørg Nielsen, skrivstovulærd
Sølvi Vatnhamar, timburmaður og byggifrøðingur
Janus úr Dímun, múrari
Laila av Reyni, modelseymari
Sigmund Sørensen, snikkari
Gunnar Sørensen, tænari
Ransin Djurhuus, málari

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi