Tíðindi: Havbúnaður Ι 4. apríl 2016
Havbúnaðarfelagið: Burðardygg føroysk framleiðsla av laksi
Seinastu tíðina hava fleiri lesarabrøv, sum hava snúð seg um føroyskan havbúnað og umhvørvið, verið í føroysku miðlunum. Í hesum lesarabrøvum fær man ta fatan, at hvørki myndugleikar ella vinnan eru áhugaði í umhvørvisspurningum. Men henda fatan er púra skeiv.


Myndugleikarnir hava sum heild væl skipaðar mannagongdir, og havbúnaðarfyritøkurnar ganga høgt uppí, at krøvini, sum myndugleikarnir seta, verða fylgd bæði væl og virðiliga.

 

Havbúnaðarfelagið heldur tað tó vera gott, at eisini privatir felagsskapir og privatpersónar geva sítt íkast til umhvørviskjakið.

 

Orsøkin til at Havbúnaðarfelagið eisini vil geva sítt íkastið til kjakið er, at tað í lesarabrøvunum seinastu tíðina hava verið nógvar misskiljingar og illa undirbygd uppáhald, at Havbúnaðarfelagið heldur tað vera neyðugt at fáa nøkur fakta uppá pláss um, hvussu støðan er, og hvat myndugleikarnir og havbúnaðarfyritøkurnar gera fyri at verja umhvørvið í sambandi við laksaframleiðsluna.

 

Galdandi fyri havbúnaðin er, at


• aliøki, smoltstøðir, lívfiskastøðir og framleiðsluvirki skulu hava umhvørvisgóðkenning,
• krav er um regluligar botnkanningar,
• fyritøkur eru sertifiseraðar fyri burðardygd,
• havbúnaðurin tekur atlit til globalu umhvørvisavbjóðingarnar,
• føroyskur havbúnaður nýtir bert heilivág, tá djóralækni metir tað vera neyðugt,
• havbúnaðurin nýtir ikki antibiotika í framleiðsluni,
• havbúnaðurin ger stór átøk og íløgur í mun til avbjóðingarnar við laksalúsini, og
• aldur laksur er ein trygg og sunn matvøra.

 

Tey einstøku punktini verða útgreinaði niðanfyri.

 

Aliøki, smoltstøðir, lívfiskastøðir og framleiðsluvirki skulu hava umhvørvisgóðkenning

Sambært reglunum í umhvørvislógini skulu aliøki, smoltstøðir, lívfiskastøðir og framleiðsluvirki hava eina umhvørvisgóðkenning. Tá Umhvørvisstovan viðger eina umsókn um umhvørvisgóðkenning, verður dentur serliga lagdur á:
• at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið,
• at evni, sum verða nýtt í havbúnaðinum, ikki hava árin á náttúruna,
• at innaneftirlit, umhvørvisstýriskipan og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum,
• at umhvørvisliga besta tøknin í mest møguligan mun verður nýtt,
• at vandin fyri óhappum, sum kunnu hava dálking við sær, ella at fiskur sleppur, skal minkast mest møguligt,
• at fyritøkan áhaldandi arbeiðir við at skifta rávørur út við meira umhvørvisvinaligar rávørur

 

Umhvørvisgóðkenningarnar, sum Umhvørvisstovan hevur givið, kunnu síggjast her:

 

http://www.us.fo/Default.aspx?ID=14114

 

Krav um regluligar botnkanningar

Umhvørvislóggávan setir krav um at gera regluligar kanningar fyri ávirkan á umhvørvið. Eitt nú ger Umhvørvisstovan av, hvussu botnkanningar skulu gerast undir føroysku alibrúkunum, og ein óheftur kanningarstovnur (BIOFAR) ger kanningar fyri havbúnaðarfyritøkurnar. Harumframt gera havbúnaðarfyritøkurnar eisini sínar egnu kanningar. Yvirhøvur vísa kanningarnar, at skarn frá laksinum ávirkar botnin beint undir aliringunum, men tá laksurin er tikin, verður økið lagt brakk í eitt tíðarskeið, og tá hvørvur árinið aftur. Annars skipaði Umhvørvisstovan herfyri fyri einum fundi um ávirkan frá havbúnaðinum á vistfrøðina í firðunum. Tá kom fram, at bert ein lítil partur av biologiska tilfarinum í alifirðunum er frá havbúnaðinum, meðan nógv tann størsti parturin kemur aðrastaðni frá.

 

Fyritøkur eru sertifiseraðar fyri burðardygd 

Føroyskar havbúnaðarfyritøkur hava harafturat ymiskar altjóða góðkenningar, t.d. Global GAP og ASC, sum verða nýttar til at prógva burðardygdina í framleiðsluni, bæði í mun til umhvørvi, djóraheilsu og onnur viðurskifti. Havbúnaðarfyritøkur verða við jøvnum millumbilum eftirkannaðar av óheftum kanningarstovni fyri at tryggja, at virksemið livir upp til krøvini til at fáa og varðveita altjóða góðkenningina.

 

Havbúnaðurin tekur atlit til globalu umhvørvisavbjóðingarnar 

Fóðrið, sum føroyskur havbúnaður nýtir, inniheldur bert non-GMO tilfar. Harumframt er tað soya, sum eitt nú Havsbrún nýtir í framleiðsluni av laksafóðri, Pro-terra sertificerað. Hetta merkir m.a., at hetta soya er framleitt á økjum, har eingin regnskógur er høgdur niður fyri at gera pláss til soyaframleiðslu.

Harumframt vísir nýggj gransking hjá Havsbrún, at havbúnaður er við til at økja um framleiðsluna av matvørum í heiminum, tí fyri hvørt kilo av fiski, sum annars kundi verið nýtt sum matvøra, framleiðir havbúnaðurin uml. 3 kg. av hágóðsku matvøru. Orsøkin er m.a., at stórur partur av tí marinu rávøruni, sum verður nýtt til laksafóður, er gjørt burturúr fráskurði, slógvi og øðrum, sum ikki annars hevði verið nýtt til mannaføði.

 

Føroyskur havbúnaður nýtir bert heilivág, tá djóralækni metir tað vera neyðugt

Í summum førum er neyðugt at nýta heilivág, men tá eru tað bara evni, sum almenna skrásetingarráðið hevur góðkent sum trygg at nýta, og til at nýta tey krevst ávísing frá djóralækna.

 

Havbúnaðurin nýtir ikki antibiotika í framleiðsluni 

Hóast tað, sum stendur omanfyri um heilivág, nýtir føroyskur havbúnaður ikki og hevur ikki nýtt antibiotika í framleiðsluni í rættuliga nógv ár, og er tí ikki við til at økja um vandan við mótstøðuførum bakterium.

 

Avbjóðingarnar við laksalúsini 

Á einum øki hevur laksaalingin trupulleikar í framleiðsluni, og tað er í sambandi við laksalús. Tað hevur víst seg at vera sera torført at fáa bilbukt við laksalúsina. Hóast havbúnaðarfyritøkurnar hvør í sínum lagi gera átøk og stórar íløgur fyri í størri mun at avlúsa uttan nýtslu av avlúsingarevnum, slepst framvegis ikki undan at nýta hesi evni.

 

Hetta er ein trupulleiki, sum føroyskur havbúnaður tekur í størsta álvara, og ein stórur partur av teimum íløgunum, sum eru og verða gjørdar, hava sum endamál at minka um trupulleikan. T.d. verða hundraðtals milliónir av krónum í hesum árum nýttar til at útbyggja smoltstøðirnar, so fiskurin kann vera styttri tíð í sjónum og harvið minka um lúsatrupulleikan. Eisini eru íløgur gjørdar í brunnbát, sum ger tað møguligt at avlúsa við feskvatni, og keyptir eru lúsaspularar, termolúsari og lúsalasarar, sum gera tað møguligt at avlúsa uttan nýtslu av heilivági. Harumframt eru rognkelsi bæði innflutt til og framleidd í Føroyum at nýta sum reinsifiskar. Samanumtikið hava hesir hættir víst seg at vera effektivir, men tíðin má vísa, um man sleppur heilt undan at nýta avlúsingarevni.

 

Aldur laksur er ein trygg og sunn matvøra 

Aldur laksur inniheldur stórar mongdir av Omega 3, sum verður hildið at ávirka fólkaheilsuna positivt. Hinvegin hevur fokus eisini verið á innihaldið av umhvørviseitrum sum PCB og Dioxin, umframt tungmetallum sum kyksilvur í bæði villum og aldum laksi. Norska Vitenskapskomiteen for Mattrygghet kannaði tí í 2014, hvussu tað ávirkar heilsuna at eta villan og aldan fisk, og høvuðsniðurstøðan var, at tað bæði er trygt og umráðandi at eta fisk, eisini feitan fisk. Aldur laksur varð mettur at kunna etast í stórum mongdum, hetta er eisini galdandi fyri barnakonur.


Frágreiðingin kann lesast her: http://www.vkm.no/dav/0a646edc5e.pdf

 

Úrslitini í norsku kanningini samsvara væl við úrslitini frá teimum regluligu kanningunum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan (HFS) ger av føroyskum aldum laksi. Føroysku úrslitini vísa millum annað, at PCB- og dioxin-innihaldið í føroyskum laksi er langt niðanfyri tey markvirði, sum ES hevur ásett, og innihaldið hevur verið minkandi seinnu árini. Hóast innihaldið frammanundan er lágt, eru fóðurframleiðarar (eitt nú Havsbrún) farnir undir at reinsa lýsið sum verður nýtt í laksafóðrinum fyri bæði PCB og Dioxin, so tað slepst undan hesum evnum í alda laksinum. Harumframt eftirkannar HFS, at tað ikki eru heilivágsleivdir í laksinum.

 

Samanumtikið 

Samanumtikið er ávirkanin frá havbúnaðinum á umhvørvið avmarkað, serliga um samanborið verður við aðra matvøruframleiðslu. Føroyskur havbúnaður hevur sum heild eina burðardygga framleiðslu av einari sunnari matvøru, og arbeiðir hvønn einasta dag við at seta nýggj mál fyri burðardygdina.

 

Havbúnaðarfelagið

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi