Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 23. mai 2016
150.000 yvirmenn í heimshandilsflotanum fara at mangla í 2025
Talið av dekkarum er hinvegin ov høgt

 

Hetta staðfestir kanningin BIMCO/ICS Manpower Report, sum varð almanna kunngjørd 16. mai í IMO – International Maritime Organization.

 

Kanningin staðfestir, at í løtuni mangla umleið 16.500 yvirmenn (2,1 %), men at í 2025 er tørvur á 147.500 yvirmonnum afturat til at tæna heimshandilsflotanum.

 

Hóast talið av yvirmonnum verður spátt at vaksa javnt, so verður væntað at tørvurin fer at vaksa uppaftur skjótari.

 

Kanningin vísir á, at hesi seinastu fimm árini hevur vinnan lagt seg eftir at útvega, læra upp og varðveita sjómenn og økja um áratalið, sum sjómenn sigla. Kanningin vísir eisini, at um tað ikki verður gjørt munandi meira við útbúgvingarstøðið, fer vøksturin í eftirspurninginum av sjómonnum at skapa ein álvarsaman mangul í samlaða útboðnum av yvirmonnum.

 

Hinvegin metir kanningin, at tað í løtuni er eitt yvirskot á umleið 119.000 dekkarar ( 15,8 %), tí eftirspurningurin síðan 2010 bara er vaksin við 1 %.

 

Kina sær út til at hava yvirtikið leiklutin hjá Filipsoyggjum sum størsti einstaki veitari av sjómonnum, sum eru útbúnir til altjóða handilsflotan (hóast Filipsoyggjar enn eru størsti veitari av dekkarum). Sambært upplýsingum frá altjóða shipping feløgum sær tað tó út til, at kinesiskir sjómenn ikki eru so tøkir til altjóða tænastu, og tey meta Philipsoyggjar og Russland verða eins týdningarmiklar veitarar av yvirmonnum, tætt fylgd av Ukraina og India.

 

Ein samanumtøka av lyklatølunum í kanningini kann vera tikin niður á heimasíðunum hjá ICS og hjá BIMCO .

 

Kelda: International Chamber of Shipping

 

 

Um ICS

 

International Chamber of Shipping er fremsta altjóða felagið fyri reiðarar og operatørar og fæst við allar tekniskar, starvsfólkarættarligar og politiskar spurningar, sum ávirka altjóða shipping. Limir í ICS eru national reiðarafeløg. Limirnir í ICS umboða 80 % av samlaðu heimshandilstonnaguni.

 

Reiðarafelagið fyri Farmaskip gjørdist limur í ICS í 2014. 

 

 

 

Um BIMCO

 

BIMCO er størsta altjóða shipping vinnugreinafelagið í heiminum við 2.200 limum úr umleið 130 londum. Limirnir eru reiðarar, operatørar, umboðsfólk, skipsmeklarar og agentar. Endamálið við BIMCO er at lætta um vinnuliga virksemi hjá limunum við m.a. kunning, ráðgeving og útbúgving. 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi