Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 25. mai 2016
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelagið undirskrivað semju
Partarnir hava í dag góðtikið semingsuppskotið.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya undirskrivaðu seinnapartin í dag, 25. mai, semingsuppskotið, sum semingsmenninir Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen løgdu fram kl. 01.00 í nátt.

 

Semjan hevur við sær, at feløgini gera nýggjan 2-ára sáttmála við eini lønarhækking á 2,25 % 1. apríl í ár, sum svarar til seinna árið í undanfarnu samráðingarrundu, og 2,2 % 1. apríl í 2017, sum svarar til fyrra árið í samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. mai í ár. Harafturat er millum aðrar broytingar gjørdar tillaðingar í arbeiðsskipanini. 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi