Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 1. juli 2016
Skal Landsverk stovna húsavarðafyritøku?
Landsverk fer undir átakið Orkutak, sum skal loysa trupulleikan við illa viðlíkahildnu almennu bygningunum. Tíverri sær tað út til, at Landverk samstundis fer í holt við enn meira vinnuligt virksemi.

 

Rætt hevur Landsverk, tá víst verður á stóra tørvin av viðlíkahaldi av almennu bygningunum. Stovnurin hevur leingi gjørt vart við trupulleikan, sum veksur í hvørjum. Nú er støðan sambært Landsverk so álvarsom, at vandi er fyri at almennir bygningar forfara og eru ikki til at bjarga.

 

Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um nýggja átaki Orkutak, sum skal optimera orkunýtsluna í almennu bygningunum, eitt nú við nútímans bjálving og øðrum orkuloysnum. Í vinnuni sær man fram til útboð av hesum arbeiði. Hetta er heilt víst eitt arbeiðsøki, sum føroyska vinnan hevur góðan kunnleika til.

 

Tá farið verður undir Orkutak sum hetta, hevur tað  eina útreiðslusíðu, sum tó verður spard innaftur eftir fáum árum. Á føroyska marknðaðinum eru nógvar góðar orkusparandi loysnir, sum kunnu minka munandi um rakstrar- og orkuútreiðslurnar av almennu bygningunum og óiva verður peningur frígivin til viðlíkahald. Tað er gott.

 

Skal Landsverk stovna húsavarðafyritøku?

Men tá Landsverk víðari skýtur upp, at miðsavna eina húsavarðatænastu undir Landsverki, hava tey ført góða hugskotið um Orkutak á síðuspor. Hetta er  at taka kappingina upp við tær mongu privatu fyritøkurnar, sum longu eru á húsavarða- og viðlíkahaldsmarknaðinum. Heldur eigur Landsverk at skipa viðlíkahald av almennum bygningum í útboð í sokallaðum rammusáttmálum, sum eisini verður mælt til í frágreiðingini um Landsverk frá 5. mai 2015. Í frágreiðingini verður m.a. grundgivið fyri, hví skilagott er at gera rammusáttmálar við vinnufyritøkur. Víst verður á, at “Betri viðlíkahald av landsins bygningum hevði eisini verið við til at stimbra handverkaravinnuna í Føroyum, millum annað smáar fyritøkur, sum eru førar fyri at gera smærri umvælingar og viðlíkahaldsarbeiði. Mett verður, at viðlíkahald av almennum bygningum er ein góður og effektivur háttur at stimbra búskapin og at skapa nýggj arbeiðspláss í Føroyum, eru politisk ynski og vilji til tess”.

 

Hetta hevði eisini verið í tráð við innkeyps- og útboðspolitikkin hjá tí almenna.

 

Føroya Handverksmeistarafelag vónar, at tað kemur gongd á orkuátøk, soleiðis sum Landsverk mælir til, tí hetta kemur heilt víst at loysa seg í longdini. Samstundis vil felagið heita á Landsverk um, at bjóða viðlíkahaldið av almennu bygningunum út í rammuavtalum, heldur enn at kappast við privatu fyritøkurnar á økinum.

 

Magnus Magnussen, formaður

Føroya Handverksmeistarafelag

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi