Tíðindi: Oljuvinna Ι 5. september 2016
Føroyskar fyritøkur á oljumessu í farnu viku
Í farnu viku luttóku føroyskir veitarar á landabási á oljumessuni Offshore Northern Seas (ONS 2016) í Stavanger.

 

Hóast niðurgongutíð innan oljuvinnuna kom væl burturúr luttøkuni á ONS. Føroysku fyritøkurnar hittu millum annað kundar og samstarvsfelagir, men eisini útlendsk tíðindafólk vístu áhugað fyri Føroyum, og vildu serliga frætta um loyvisumfarið, sum verður í 2017.

Móttøka á landabásinum við landsstýrismanninum

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, vitjaði eisini á messuni og mánadagin 29. august varð skipað fyri móttøku á landabásinum. Landsstýrismaðurin greiddi frá um loyvisumfarið í 2017 og um veitaravinnuna í Føroyum. Góð undirtøka var fyri móttøkuni, og fleiri útlendskir gestir vitjaðu landabásin og sýndu áhugað fyri føroyskum viðurskiftum.

 

Messufyriskipararnir boða frá, at íalt vóru 65.718 vitjandi á ONS 2016, og 1.241 framsýnarar frá 40 londum luttóku á messuni. Góða undirtøkan vísir eitt ávíst bjartskygni í vinnuni og staðfestur, at ONS er ein týðandi messa fyri fyritøkur í starvast innan olju- og veitaravinnuna.

 

Føroyska luttøkan varð samskipað av Oljuvinnufelagnum.

 

Sí myndir frá móttøkuni her.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi