Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 5. september 2016
Helvtin av plássunum til Vinnudagin 2016 longu farin

 

Tilmelding fer fram á industry.fo

 

Vinnudagurin verður 30. september og er altíð væl umtóktur millum føroysk vinnulívsfólk og tey, sum onkusvegna hava samband við føroysku vinnuna. 

 

Hetta sæst aftur í tilmeldingunum til dagin. Av teimum gott 400 plássunum, sum Høllin í Norðurlandahúsinum hevur, eru knapt 200 longu farin.

Inntil 1. september var einans gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda til, men nú er tilmeldingin opin fyri øllum. Til ber at melda til Vinnudagin á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. 

 

Filmurin niðanfyri frá Vinnudegnum 2015 gevur eina góða hóming av hví, hvør og hvussu, tá tað til Vinnudagin kemur. Les annars meira um Vinnudagin og fyrilestrarnar her.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi