Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. september 2016
Ársins Virki og Ársins Átak valt aftur í ár
Á árliga Vinnudegnum, sum í ár verður 30. september, verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin. Endamálið við hesum er at menna vinnuligan hugburð og økja um virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikum og borgarum. Endamálið er eisini at geva virkjum, sum á einhvønn hátt hava klárað seg væl, eitt herðaklapp og treysti til at halda fram á somu kós.

 

At velja Ársins Virki er framhaldandi ein týdningarmikil partur av Vinnudegnum. Til at velja Ársins Virki situr ein dómsnevnd, ið er vald av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Umframt at leggja dent á fíggjarlig úrslit seinastu árini, hyggur dómsnevndin eisini eftir, um fyritøkur hava víst framfýsni og áræði á ymiskum økjum, og um hetta hevur viðført menning og vøkstur av fyritøkuni. Hetta kann t.d. vera viðvíkjandi framleiðslu, útflutningi, útbúgving ella vøru- og tænastumenning.

 

Umframt heiðurin fær Ársins Virki eina serliga standmynd, ið er gjørd til endamálið. Talan er um eina standmynd stoypta í bronsu.

 

Ársins Virki hevur verið kosið á hvørjum ári, meðan Ársins Átak hevur verið kosið, tá mett hevur verið, at fyritøka ella persónur hava gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð. Sama dómsnevnd, sum velur Ársins Virki, velur Ársins Átak.

 

Fyri Ársins Átak verður latin ein minni standmynd, sum er eitt V úr stáli við búmerkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag graverað í.

 

Hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak 2016 verður avdúkað í Norðurlandahúsinum 30. september á Vinnudegnum 2016.

 

 

Skrá til Vinnudagin 2016 sæst her.

 

 

Vælkomin til Vinnudagin 2016 - melda teg til nú.

 

 

Í dómsnevndini sita:

 

Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Pól Egholm, virkandi aðalstjóri í Vinnumálaráðnum

Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik

Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik Banka

Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, Ársins Virki 2015

 

Skrivari fyri dómsnevndina er Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi