Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 28. september 2016
Góð undirtøka fyri Vinnudegnum 2016
Tá Vinnudagurin 2016 fríggjadagin fer av bakkastokki, verður Norðurlandahúsið nærum fullsett av føroyskum vinnulívsfólki og øðrum, sum hava við vinnuna at gera. Tilmeldingarfreistin er í dag, og enn eru nøkur pláss eftir.

 

Norðurlandahúsið ger vart við, at bert fá parkeringspláss eru við sjálvt Norðurlandahúsið, og heitt verður tí á luttakararnar at seta bilarnar á øðrum parkeringsøkjum nærhendis.

 

Hetta er 16. ferð, at Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, har fjølbroyttir fyrilestrar umfrat handan av Ársins Virki og Ársins Átak eru á skránni.

 

Les annars meira um Vinnudagin 2016 her.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi