Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 17. oktober 2016
Ráðgevarafelagið skipar fyri skeiði í byggirætti 28. oktober
Skeið í byggirætti ABF 06 verður tann 28. oktober kl. 9.00 á Hotel Føroyum.

 

Tað er vinnugreinafelagið Ráðgevarafelagið, har arkitekta- og verkfrøðingarvirkir eru limir, sum skipar fyri skeiðnum fyri limunum og øðrum samstarvsfeløgum í samstarvi við FRI (Forening for rådgivende ingenører).

 

Skeiðið er ein innleiðsla í byggirætti. Undirvísari verður Lars Gregersen, Advokat (H) Partner DELACOUR, ið er serfrøðingur innan byggirætt

 

Luttøkugjaldið er kr. 2.000 fyri limir í FRI og Rágevarafelagnum og kr. 4.000 fyri ikki limir.

 

Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo. 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi