Tíðindi: Fiskivinna Ι 24. oktober 2016
Belgiskur landspartur ætlar at forða fyri fríhandilsavtalu millum ES og Canada
Belgiski landsparturin Vallonia setur nú kílar í semjuna um CETA, ætlaðu fríhandilsavtaluna millum ES og Canada. Samráðingarnar eru annars lidnar, og ætlanin varð at undirskriva avtaluna seinast í hesum mánaðinum.

 

Mannagongdin fyri ratifikatión av CETA-fríhandilsavtaluni í ES er øðrvísi enn flestu aðrar fríhandilsavtalur. Hesuferð er valt at lata parlamentini í øllum limalondunum samtykkja avtaluna. Hóast ein slík mannagongd kann gera tilgongdina breiðari og meira kjølfesta í einstøku londunum, hevur hon eisini við sær vandan fyri, at eitt land kann blokera avtaluna. Tað er júst tað sum vandi nú er fyri at henda í Belgia. Í Brussel verður tað tó hildið vera lítið sannlíkt at ein lítil landspartur heilt kann forða fyri at avtalan kemur í gildi, men fyribils hevur tað so eydnast Vallonia at gera tilgongdina uppaftur meira fløkta enn hon var frammanundan.

 

Ein týðandi partur av CETA fríhandilsavtaluni var at taka burtur tollin á einari røð av vørubólkum. Fyri fiskavørur dettur tollurin burtur á umleið 96% av vørulinjunum, beinanvegin avtalan kemur í gildi, meðan skiftisskipanir verða gjørdar fyri írestandi 4% av fiskavørunum í upp til 7 ár. Eitt nú verður ein tollfrí kvota fyri frystan tosk galdandi í 7 ár eftir at avtalan kemur í gildin, og síðani er eingin tollur. Tá 7 ár eru farin, er ætlanin so, at allar fiskavørur kunnu handlast tollfrítt.

 

Canada hevur m.a. haft ein lutfalsliga høgan toll á fiskavørum so sum saltfisk, frystan makrel, laks og rækjur. Hesin tollur dettur burtur um og tá avtalan kemur í gildi.

 

Við nýggju CETA avtaluni fær Canada betri marknaðaratgongd til ES fyri sínar fiskavørur enn eitt nú Føroyar, Noreg og Ísland hava.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi