Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 7. november 2016
Heimleiðistiltak í Vinnuhúsinum mikudagin kl. 15.00
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri heimleiðistiltakið við Helga Rasmussen í sambandi við bókaútgávuna “Finn teg í organisasjónini” mikudagin 9. november.

 

Helgi Rasmussen er sálarfrøðingur og á tiltakinum fer hann at tosa um arbeiðsplássið út frá einum sálarfrøðiligum sjónarhornið. Helgi sigur soleiðis um framløguna: “Tað floyma allar møguligar testir inn yvir arbeiðspláss í hesum døgum. Man skal hava starvsfólkasamrøður, menningarsamrøður, trivnaðarkanningar v.m. Man kann ikki longur seta fólk í starv uttan, at tey skulu kannast frá uttast til innast. Fyrilesturin fer at snúgva seg um hesi viðurskifti og leggur upp til eitt prát.”

 

Tiltakið er ókeypis og allir limir hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og vinnugreinafeløgunum í Vinnuhúsinum eru vælkomnir.

 

 

Sí nærri kunning um tiltakið á heimasíðu okkara: http://www.industry.fo/tidindi?Action=1&NewsId=1765&PID=11933

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi