Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 7. november 2016
Semja við handverkarafeløgini
Nýggju sáttmálarnir eru galdandi frá 1. oktober 2016 til 30. september 2018.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hinumegin hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála galdandi frá 1. oktober 2016 til 30. september 2018.

 

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 2,2 % 1. oktober í ár og 2,3 % 1. oktober 2017, umframt aðrar tillagingar í sáttmálanum. Semjan er sostatt á sama støði, sum hinir sáttmálarnir, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt hesa samráðingarrunduna.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi