Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 21. november 2016
Stórur búskaparligur fyrimunur fyri Noreg at gerast partur av TTIP
Nýggj frágreiðing frá Norsk Utenrikspolitiskt Institut (NUPI) staðfestir, at tað sum heild er ein stórur búskaparligur fyrimunur fyri Noreg at gerast partur av ætlaðu fríhandilsavtaluni millum ES og USA (TTIP), um avtalan gerst veruleiki.

 

Í frágreiðingini, sum er bíløgd av norska vinnu- og fiskimálaráðnum, verður mett, at búskaparliga virðið av at Noreg gerst partur av TTIP verður millum 13 og 35 mia kr., svarandi til 2.200 – 6.800 NOK fyri hvønn íbúgva. Orsøkin til stóra spennið er serliga, at búskaparliga virðið er tengt at, í hvønn mun onnur lond tengja seg uppí fríhandilsavtaluna.

 

Í frágreiðingini verður mett, at TTIP-luttøka kann gerast ein stórur fyrimunur fyri norskan fiskaútflutning, bæði tí tollurin á flestu fiskavørum til USA sannlíkt verður strikaður, men eisini tí tað er sannlíkt, at betri marknaðaratgongd fæst fyri norska útflutningin av teimum fiskavørum til ES, sum í dag eru fevndar av tollforðingum. Verandi EBS avtala hevur við sær, at tollur er á einari røð av norskum fiskavørum til ES, m.a. fyri fleiri virkaðar fiskavørur. Í dag verða rindaðar uml. 900 mió norskar krónur árliga í tolli fyri norskar fiskavørur, sum verða útfluttar til ES. Mett verður, at TTIP avtalan fer at strika tollin á fleiri av hesum fiskavørum, og tí kann tað eisini gerast ein fyrimunur fyri norskan fiskaútflutning til ES, um Noreg gerst partur av einari møguligari TTIP-avtalu.

 

Framtíðin hjá TTIP er tó óviss, ikki minst nú úrslitið av forsetavalinum í USA gjørdist at Donald Trump verður forseti komandi 4 árini. Um TTIP gerst veruleiki, verður hon tó sannlíkt ein opin avtala, har onnur lond kunnu gerast partur av avtaluni, um og tá hon er komin í gildi.

 

Um Noreg fær betri marknaðaratgongd til ES, gerst tað uppaftur meira umráðandi at Føroyar eisini fáa bøtt um marknaðaratgongdina til ES fyri vørur, har tað í dag er tollur ella tollfríar kvotur á.

 

Kelda: www.nupi.no

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi