Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 28. november 2016
Samráðingarnar um sáttmálarnar fyri Føroya Tele og Posta byrjaðar
Partarnir handaðu krøvini týsdagin í farnu viku

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið eru nú farin undir at samráðast um sáttmálan fyri Føroya Tele og sáttmálan fyri Posta, sum báðir ganga út 31. desember í ár.

 

Týsdagin í farnu viku handaðu partarnir hvørjum øðrum krøv teirra til broytingar í teimum báðum sáttmálunum. Næsti samráðingarfundur verður fríggjadagin komandi, og samráðingarfundir eru annars avtalaðir at verða komandi vikurnar.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi