Tíðindi: Handilsvinna Ι 28. november 2016
Limatiltak í Handilsvinnufelagnum
Týsdagin 6. desember 2016 kl. 15.00 bjóðar Handilsvinnufelagið til limatiltak í Vinnuhúsinum, har kunnað verður um mál, sum felagið hevur arbeitt við seinastu tíðina, harav serliga tvey mál hava áhuga.

 

  • Uppskotið um fløskupant, sum felagið hevur arbeitt við seinastu tíðina
  • Málið um MVG- og tollfrítøku á smærri postsendingum, sum koma úr útlandinum

Felagið vil eggja øllum limum, ið hava áhuga í hesum málum at møta til tiltakið, har eisini okkurt jólaligt verður til góman.

Gott hevði verið um boðað verður frá luttøku á industry@industry.fo ella á 309900. 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi