Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 12. desember 2016
Føroyska KT-vinnan klár at talgilda Føroyar
Mikudagin skipaði KT-felagið fyri limatiltakið, við fokus á Talgildu Føroyar og komandi vinnuligar uppgávur.

 

Talgildu Føroyar verkætlanin er av álvara farin á rull. Fyrsti stóri mílasteinurin varð rokkin í oktober, tá Heldin bleiv tikin í nýtslu, og fyrst í komandi árið verða fimm fólk sett í fast ella tíðaravmarkað starv at føra verkætlanina frameftir. Tað eru avsettar 150 mio. kr. komandi fimm árini at fremja Talgildu Føroyar verkætlanina.

 

Á tiltakinum gav Nicolaj Balle, verkætlanarstjóri, eina støðumynd av verkætlanini og greiddi frá hvat liggur fyri framman. Metingin sigur, at tað kemur ein øking á 7 til 17 starvsfólk í vinnuni sum heild til at taka sær av teimum uppgávum, sum Talgildu Føroyar setur í verk komandi árini. Hartil fara stovnar og fyritøkur at knýta seg í Heldina, sum kemur at føra til munandi økt virksemi í KT-vinnuni. Hetta setur eisini stór krøv til innkeyparar av KT, sum skulu tryggja at teirra stovnur ella fyritøka fáa mest burturúr nýggja KT-undirstøðukervinum, sum einar talgildar Føroyar verða.

 

Í KT-felagnum eru fyritøkurnar fyrireikaðar uppá komandi økingar í virkseminum. ”Hetta eru spennadi tíðir”, heldur Jan Ziskasen, formaður. ”Tað er eingin ivi um, at føroyska KT-vinnan er klár at lyfta uppgávurnar, sum liggja fyri framman, og hevur tað stóran týdning fyri vinnuna og Føroya land, at tað júst er føroyska KT-vinnan sum sleppur framat einari slíkari verkætlan sum Talgyldu Føroyar. Fyritøkurnar eru vanar at útvikla og endurnýggja bæði skipanir og tøkni annars til føroyska samfelagið, og hetta er rætta høvið og tíðspunktið at byrja, tí KT-vinnan er í stórari menning júst nú.”

 

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi