Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. desember 2016
Nýggj vegleiðing um setanarviðurskifi
Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag fáa í hesum døgum nýggju útgávuna av bóklinginum “Vegleiðing um setanarviðurskifti” við postinum.

 

Í bóklinginum verður tikið samanum teir mest vanligu spurningar viðvíkjandi starvsfólkum og setanum, sum vit fáa frá limum. Føroya Arbeiðsgevarafelag gevur út og dagførir bóklingin annað hvørt ár og ynskir við bóklinginum at geva limum eitt amboð, sum ger gerandisdagin lættari.

 

Afturat hesum amboðnum hevur heimasíða okkara www.industry.fo eina ørgrynnu av viðkomandi tilfari, sum bert er atkomiligt fyri limir. Fyri at fáa atgongd til hetta tilfar er neyðugt við brúkaranavni og loyniorði. Um tit ikki hava tað tøkt, eru tit vælkomin at senda ein teldupost til industry@industry.fo, og tað verður síðan sent tykkum.

 

Tað fara tó framvegis at verða støður og viðurskifti, sum ikki eru lýst í bóklinginum ella á heimasíðuni, og tá eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til okkara.

 

Við vón um at tit fara at fáa gleði av bóklinginum, verður tykkum ynskt eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi