Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 23. januar 2017
Samráðingarnar um sáttmálan millum RFF og Maskinmeistarafelagið byrjaðar
Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Maskinmeistarafelagið eru nú farin undir at samráðast um teir tríggjar sáttmálarnar partanna millum, sum báðir ganga út 1. mars í ár.

 

Hósdagin í farnu viku handaðu partarnir hvørjum øðrum krøv teirra til broytingar í sáttmálunum, og næsti samráðingarfundur verður 30. januar.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi